Tiltøk.

Hvat hoytasta sker í OY?
14
May
2026
19:00
Bosnia Hrzg.-Føroyar á stórskíggja

Hondbóltur á stórskíggja

Les meira
Bílegg
15
May
2026
22:00
Deadhearts

Brutalt, hart, Hardcore Heavy Metal frá Bretlandi.

Dead Harts eru fløgu aktuelir so gleði tykkum at hoyra teir í OY!

 

P.S. Oli Sugars, trummarin í bólkinum tattoverar eisini á Fo Tatt Fest.

Les meira
Bílegg
16
May
2026
19:00
Føroyar-Bosnia Hrzg. á stórskíggja

Hondbóltur á stórskíggja

Les meira
Bílegg
16
May
2026
22:00
Maður:Glotti

Plátuaktuelli bólkurin maður:glotti er ein elektroakustiskur bólkur, ið spælir tað teir sjálvir kalla “Pop við kanti”.
Bólkurin er staðsettur í Føroyum og í Danmark og vit kenna væl Dennis Agerblad frá queer umhvørvinum og Terja Krsossteig frá blues umhvørvinum, so hetta er ein sera vít fevnandi duo.
Nýggja útgávan STEV hevur nýliga fingið góð skotsmál í Kvørnin hjá KVF og stakløgini "Eg sigi ja", "Tango", "Av nýggjum" og"Tú spurdi meg" hava verið nógv at hoyra á KVF seinasta hálva árið.

Terji Krossteig syngur og spælir gittar

Dennis Agerblad syngur og spælir kaospad, umframt ymiskar “funnar lutir”.

Við sær á pallin hava teir Heðin Ziska Davidsen á alsins synthar, og Kristin Nolsø Bech á bass

Les meira
Bílegg
22
May
2026
21:00
Høgg og Slokk + Nettup

Jú, tað eru netupp Høgg og Slokk og Nettup sum spæla á OY!

Tú hoyrir ikki betri tónleik í komandi øld. So pínadoyð, komið niðan í OY.
Kanska eftir konsertina, fær man eina smoy.
Ja komið at lurta við, og hoyri okkara spæl.
Øll elska Nettupp, Høgg og Slokk, júst sum man skal.
So oman í býin at drekka eina øl.
Gloyma alt um songina og síni telduspøl.
Kvøldið tað skal njótast so væl sum ber til.
Hetta er ein sjáldsam løta, brúkið vit og skil.
Vit spæla góða tónleik, frá aukustiskum til hip-hop,
og eftir konsertina man man føla seg tiptop.
Hoyri okkara beats og svaka fingraspæl,
sum glíður til brúnna sum blakað bananskal.

Les meira
Bílegg
23
May
2026
21:00
Sámal Ravnsfjall

Sámal Ravnsfjall, Ronny Nielsen, BrandurJacobsen and Eyðun Johannesen spæla sangir hjá Vágaverk og aðrar sangir hjá Jóan Jakku Guttesen í OY 23.mai 2026!

Les meira
Bílegg
29
May
2026
21:00
Same Vibration
Les meira
Bílegg
30
May
2026
21:00
Champions League Finala á stórskíggja

Champions League Finala á stórskíggja

Les meira
Bílegg
5
Jun
2026
21:00
Gruppo del Maggio delle Regazza di Riolunato
Les meira
Bílegg
6
Jun
2026
21:00
Kóboykex

Nýggi føroyski bólkurin Kóboykex útgevur sína fyrstu plátu Wagon Wheels, og tí verður stór útgávukonsert í OY 6. juni.

Kóboykex eru teir báðir Sigmund Zachariassen og Heiðrik á Heygum. Teir stovnaðu bólkin undir korona, og síðani hava teir skrivað og frammleitt 12 løg saman við Heðini Ziska Davidsen. Tónleikurin er ein blanding av country western og elektroniskum, sum teir kalla Countronica.

Sigmund er vanliga kendur úr bólkinum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og er við at byggja sær eitt stórt navn upp í altjóða punkumhvørvinum. Fjøllistamannin Heiðrik kenna vit frá mongum ymiskum verkætlanum. Millum annað hevur hann givið pláturnar Funeral og Illusions út, har landaplágur sum “Change of Frame” og “Monster” eru at finna. Kóboykex fær íblástur frá tónleikinum hjá Beck, Ennio Morricone, Patsy Cline, The White Stripes, Mirwais og gomlum spaghetti western-filmum.

Við í bólkinum er Heðin Ziska Davidsen, Harald Fonsdal Johannesen og Sanna Hoydal.

Les meira
Bílegg
11
Jun
2026
20:00
Mexico-Suður Afrika á stórskíggja

HM í fótbólti á stórskíggja

Les meira
Bílegg
12
Jun
2026
21:00
Elin Heinesen
Les meira
Bílegg
13
Jun
2026
21:00
Guðrið Hansdóttir

Guðrið Hansdóttir hevur verið virkin tónleikari síðan aldarskiftið og hevur latið 6 heildarútgávur frá hondum. Seinasta útgávan ”Gult myrkur” var kosin ársins útgáva og ársins tektur á FMA í 2023.

Sýrublað er sostatt sjeynda heildarútgávan hjá Guðrið, og tað er Høgni Lisberg, sum hevur framleitt útgávuna. Tónleikurin er ráur og glaður fólkapoppur við íblástri úr country, reggae og rokki. Guðrið sigur, at tónleikurin á útgávuni, er sum at býta í eitt sýrublað, hann er frískur, knasandi grønur og eitt sindur sýrutur.

Tað er Beinir Bergsson, sum hevur skrivað tekstirnar á útgávuni. Samstarvið kom upp í lag, tá tey tóku lósu ritlist og tónlist á Fróðskaparsetri Føroya. Tekstirnir snúgva seg um nærsambond, teir trupulleikarnar sum standa upp í einum parlagi. Tekstirnir leita til plantur og djór í Føroyum og royna at nýta hesi til at skilja parlagið á ein nýggjan hátt, tekstirnir spyrja, um parlagið og minnini saman broytast, um náttúran er við í mátanum, vit tosa við og um hvønn annan. Tekstliga verður sýrublaðið nýtt í útgávuni sum ein mynd upp á nakað, sum at síggja til er líkt fleiri øðrum bløðum, men tá tú bítur í tað, so kemur ein so óvæntaður, sterkur smakkur fram, og somuleiðis leita tekstirnir eftir hesum smakkinum í nærsambandinum millum tvey.

Les meira
Bílegg
19
Jun
2026
21:00
Vár's Havnar Boys
Les meira
Bílegg
20
Jun
2026
21:00
Døgg Nónsgjógv

Døgg Nónsgjógv hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum síðan 2013. Síðan tá hevur hon útgivið tvær heildarútgávur, umframt stakløg og EP. Í fjør kom heildarútgávan Livandi út, sum varpar ljós á vaksnamannakærleika í øllum sínum avbrigdi – tað góða, tað keðiliga, tað harða og tað besta..

Seinasta hálva árið hevur hon verið í barnsburðarfarloyvi, men er nú klár at venda aftur á pall. Við sær hevur hon ein sera væl samansettan bólk, við Høgna Lisberg, Jan Rúna Poulsen, Jens Ladekarl Thomsen, Johan Hentze, Vinjar Egilsnes Petersen og Drós Ellingsgaard.

Les meira
Bílegg
27
Jun
2026
21:00
OY VoxBotn upphiting
Les meira
Bílegg