Tiltøk.

Vit eru sera fegin um at kunngera, at Bloody Dice og KATLA vitja Føroyar í samband við FO Tatt Fest 2025!
Leygarkvøldið 17. mai bjóða FO Tatt Fest og OY til eitt brak av einari tungmálmskonsert!
Tiltakið byrjar kl. 22.00, tá DJ Nookie fer at diska.
Øll, ið hava vikuskiftispass til FO Tatt Fest 2025, hava ókeypis atgongd til tiltakið í OY. Um tiltakið ikki er útselt, verða atgongumerkir á 200 kr seld við hurðina.
Køkurin í OY er opin 11.30 - 20.00 .
Vikuskiftispass kunnu keypast á atgongumerki.fo
—
Bloody Dice:
Bólkurin hevur verið til síðan 2018. Tey fyrstu tvey árini fóru til venjingar, sangskriving og at finna og fínpussa stílin og úttrykkið hjá Bloody Dice.
Gittarleikarin Nickie Jensen og trummuleikarin Peter Larsen hava áður spælt saman í rockbólkinum Violmace. Bassleikarin Jacob Haugaard spælir bæði við Bloody Dice og við bólkinum Iron Fire, og hann hevur eisini ein søguligan leiklut við donsku thrash metal legendunum Evil. Sangarin Dagfinn Joensen er úr Føroyum og hevur áður sungið í AOR/rock bólkinum Fate.
Bloody Dice gav út sína fyrstu fløgu í juni 2023 og var tá á konsertferð í Danmark og Svøríki. Fløgan varð upptikin í kenda Sweet Silence Studios við framleiðara og tøkninginum Flemming Rasmussen. Hon fekk framúr góð ummælir í Classic Rock Magazine og Powerplay, umframt í fleiri lokalum tónleikamiðlum. Vinylútgávan varð givin út av bólkinum sjálvum gjøgnum Gateway Music, og fløgan á fløguberi varð útgivin á amerikanska felagnum Eonian Records.
Bloody Dice arbeiðir í løtuni við framhaldsfløgu – og tey eru klár at rokka tín heim!
KATLA:
Ekstremt doom úr Skandinavia. Svart/deyða metal í einum sludge-ríki. Ljóðligt kaos og grovt, skitið sangúttrykk.
Langt hár og leðurvestir, skegg og tattoo – reinur fagnaður av lívinum, gleði, øldrekking og veitslu.
Katla varð stovnað í 2018 í Keypmannahavn. Teir fingu skjótt fótin inn í undirstøðutónleikaheimin og vuksu skjótt við konsertum, túrum og útgávum. Katla hevur spælt á G! Festivalinum í Føroyum, á COPENHELL, Wacken Festival og hevur havt fleiri túrar kring Danmark. Teir hava turnerað saman við BAEST og spælt saman við øðrum stórum donskum bólkum.
Katla er nú klárir at leggja Europa undir seg!
Til tey, sum dáma: Conan, Dopelord, Mantar, Iron Monkey, Lord Mantis, Red Fang, Dopethrone, Monolord, Sleep, Electric Wizard – og alt annað í tí líknandi radiotungi.

DANNY & THE VEETOS GERA COMEBACK
Leygarkvøldið 24. mai verður nakað heilt serligt, tá Danny & the Veetos traðka á pallin á OY.
Eftir longri steðg eru teir nú aftur við nýggjum løgum og somu góðu orku, sum altíð hevur eyðkent bólkin. Fyrsta staklagið á teirra komandi EP eitur "Home Is Where You Are" og kemur út tann 11. apríl.
Kvøldið verður fylt við teimum kendu hittunum, nýggjum løgum og nostalgiskum løtum.
Kom ein túr, tak vinfólkini við, og upplivi eina heilt serliga og hugnaliga konsert, ið fangar kensluna av føroyskum summarkvøldum.
Køkurin í OY er opin 11.30 - 20.00 .
Konsertin byrjar kl. 21 og atgongumerki kosta 200 kr.
Keyp atgongumerki her fyri at tryggja tær pláss.

Simona Paula uppdagaði sín stóra áhuga fyri gittaranum sum 10 ára gomul, og gjørdi hann til ein lívslangan fylgjara og kreativanhjálpara. Við fleiri árum av venjing og sjálvsrannsakan eftir egnumljóði og søgu, gjørdist gittarin hennara amboð at umskapa kenslur tilinniligar sangir.
Nú er henda føroyska listakvinnan klár at deila síntónleik, og vónar, at hennara løg kunnu bera øðrum troyst og gleði, eins og teir hava uggað hana. Ferðin hjá Simonu er eitt prógv uppá grøðandi kraftina sum tónleikur kann hava.
Køkurin í OY er opin 11.30 - 20.00.
Konsertin er ókeypis og byrjar kl 21:00
Bílegg atgongumerki her fyri at tryggja tær pláss.
Føroyska listakvinnan FRUM, eisini kend sum Jenný Kragesteen, hevur longu í ár givið út tvey stakløg – "Rise" og "Whirlpool". Fleiri útgávur eru ávegis í 2025, har hon heldur fram við at menna sítt serstaka tónleikalska rúm.
Seinastu fýra árini hevur FRUM búð og arbeitt í Íslandi (Akureyri) og Noregi (Bergen), har hon hevur skrivað og framleitt nýggjan tónleik. Hesin skapandi prosessurin hevur verið við til at mynda hennara ljóð, sum blandar eksperimenterandi ljóðmyndir við sterkum visuellum úttrykki.
FRUM byrjaði tónleikaferðina í 2016, og longu í 2017, heilt í byrjanini av verkætlanini, fór hon á tónleikaferð í Kina, har hon fekk høvi at framføra fyri eitt nýtt og fjart fráskotið áhoyraraskara. Síðani tá hevur hon m.a. framført á Reeperbahn Festival, hitað upp fyri Morcheeba, og hennara tónleikur hevur verið at hoyrt í Netflix-framleiðslum og H&M-handlum kring heimin.
Við nýggju útgávunum í 2025 heldur FRUM fram við at bróta mørk og kanna nýggjar tónleikaligar leiðir. Whirlpool-verkætlanin er eitt nýtt kapittul í hennara listarligu menning, har tónleikur, visuell list og frásagnir verða vovnar saman í eitt heildarverk.
Køkurin í OY er opin 11.30 - 20.00 .
Konsertin byrjar kl. 21 og atgongumerki kosta 100 kr.

Eftir 3 ár í Reykjavík kemur klaver-& keyboardleikarin Vinjar nú heimat framføra sínar feskastu kompositiónir á fyrsta sinni.
Vinjar hevur longu í nógv ár verið ein stórur partur av føroyskatónleikapallinum; har vit hava hoyrt hann spælt við óteljandi artistum og tónlistarligum verkætlanum, m.a. Jazzygold, Leu Kampmann, Einangran o.s.fr.
Nýggja solomatriali hansara sjangrar saman eitt hugvekjandi eksperiment við bleytfølnum fólkatónleiki og núlivandi norðurlendskum jazzi.
Køkurin í OY er opin 11.30 - 20.00.
Konsertin er ókeypis og byrjar kl 21:00
Bílegg atgongumerki her fyri at tryggja tær pláss.

Terji Rasmussen á serliga konsertferð til várs
Ein av okkara fólkakærastu sangarum og sangskrivarum seinastu mongu ártíggjuni, Terji Rasmussen, hevur – nú vit skriva 2025 – savnað sínar soldátar og bjóðar Føroya fólki á konsert.
Tríggjar konsertir eru á skránni, og tær vera í Varpinum í Klaksvík, Salt á Tvøroyari umframt OY í Havn.
Og forkunnugt verður tað, tí Terji og hansara manning fara umframt at spæla løg frá hansara longu virkisleið úr farnu øld, eisini at spæla løgini, ið eru úkomin í 20’unum.
Tað er ikki ofta vit hava hoyrt Terja við orkestrið spæla undir egnum navnið.
Tí kunnu vit vænta okkum eina breiða viftu av sangum umboðandi eitt heilt ættarlið.
Flestu okkara munnu kenna Reynafrensin í Føstufressa høpi, saman við Frændum, Moirae og eisini saman við Eyðun Nolsøe og Kim Hansen.
Terji hevur seinnu mongu árini verið maðurin aftan fyri konsertstaðið Maggies í Nólsoy. Samstundis hevur hann havt eitt studio, har fleiri útgávur eru gjørdar; teirra millum hansara egnu sangir. Í 2020’unum hevur Terji útgivið løgini “So sigst”, “Bla bla bla”, “Marianna” og “Minnini mynna meg”, sum øll hava verið nógv spæld í útvarpi og á sosialum miðlum.
Terji er somuleiðis aktuellur við nýggjum lagið, ið kallast “Ophelia”
Júst somu tónleikarar, sum hava spælt við á hesum seinastu sangunum hjá Terja verða eisini við honum á konsertferðini. Og her er talan um nakrar av okkara royndastu og fremstu tónleikarum. Umframt Terja, sum syngur og spælir guitar, verður Josva Debes við á trummum, Jóhannus á Rógvu Joensen á bassinum, Kim Hansen á klaverinum, og Fríði Bjørgvin – sonur Terja – á elektriska guitarinum. Ljóðinum stendur Jónas Bloch Danielsen fyri.
Omaná nýggju sangirnar frá hesum ártígginum, lovar Terji at framføra sangir heilt frá byrjanini av 80’unum fram til dagin í dag.
Køkurin í OY er opin 11.30 - 20.00
OY, leygarkvøldið 7. juni kl. 21.00.
Atgongumerki kosta 200 kr

AGGRASOPPAR er ein blómu-punk/axekiller-popp bólkur úr Føroyum, kendur fyri sínar villu og óútrokniligu tekstir og framførslur, sum fevna umalt frá harðum larmi til mjúkt country. Teirra debutpláta “æðrasoppar”varð útgivin jólaaftan 2020, og síðani kom“døgurðaslang/MIDNÁTTARSANG” í 2024.
Síðani tey byrjaðu at spæla konsertir í 2022 hava tey spælt á nógvum festivalum sum FusionFestival, By:Larm, Nürnberg Pop, Eurosonic, og The Great Escape, har tey vunnu Steve Strange virðislønina fyri bestu framførslu. Tey vunnu eisini Sement kappingina 2023 og hava verið tilnevnd fleiri FMAvirðislønir.
Við hvørjari útgávu og framførslu halda Aggrasoppar framvið at flyta mørk og yvirraska.
Í 2025 ætla tey at útgeva nýggjstakløg av næstu útgávuni hjá teimum, sum tey í løtuni framleiða ísamstarvi við dansikollektivið RIVA.
Køkurin í OY er opin 11.30 - 20.00 .
Konsertin byrjar kl. 21 og atgongumerki kosta 150 kr.
Keyp atgongumerki her fyri at tryggja tær pláss.

Kristian Blak er klaverleikari, stovnari og høvuðstónaskald í bólkinum. Hann hevur skrivað fleiri stórverk í svituformi til Yggdrasil, flestu av hesum eru útgivin á Tutl Records.
Yggdrasil er eitt norðurlendskt ensemble, ið hevur heimstað í Føroyum. Hon varð stovnað í 1981 og hevur altíð fevnt um tónleikarar úr øðrum londum.
Yggdrasil hevur, frá byrjan av, havt eitt serstakt hugtak. Flestu kompositiónir eru gjørdar í samstarvi við aðrar listagreinar ella í summum førum við náttúruna. Tónleikarar, sum hava verið partur av bólkinum, antin á langtíðarstøði ella sum luttakarar í ávísari verkætlan, hava ymiskar tónleikaligar bakgrundir, serliga í jazzi, men eisini í etniskum, fólkatónleiki, rock- og klassiskum tónleiki. Meðan verkini draga hugskot ella tema úr tjóðskaparligum tilfari, so er improvisatión alt frá fríum til klassiskum stíli.
Gjøgnum árini hava nógvir tónleikarar og listafólk stuðlað verkætlanum hjá Yggdrasil, sum fevna um myndlist, skaldskap, ballett, opera, konsertir í grottum; og alneyðugt fyri Yggdrasil-hugtakið er, at persónligheitin hjá hvørjum einstøkum limi í bólkinum verður hoyrd ella sædd. Hetta ger ljóðið hjá Yggdrasil sanniliga serstakt.
Køkurin í OY er opin 11.30 - 20.00.
Konsertin er ókeypis og byrjar kl 21:00
Bílegg atgongumerki her fyri at tryggja tær pláss.

Alda Magna varð stovnað í 2009 í Føroyum við lutvíst øðrvísi manning og hevur spælt hópin av konsertum bæði í Danmark og Føroyum.
Alda Magna hevur útgivið fýra fløgur og eina LP. Tónleikurin er ein samanrenning av improvisatión og komponeraðum verkum og hevur eitt fjøltáttað tónlistarligt huglag við íblástri úr jazz, fólka og rock tónleiki, umframt elektroniskum og evropeiskum partiturtónleiki.
Rógvi á Rógvu: trummur, slagverk
Bergur Fonsdal Johannesen: bassur
Kim Kristensen: klaver, syntetisara og floytur
Køkurin í OY er opin 11.30 - 20.00.
Konsertin er ókeypis og byrjar kl 21:00
Bílegg atgongumerki her fyri at tryggja tær pláss.